Allar føðingar eru ymiskar
- Allar føðingar eru ymiskar, og tí er torført frammanundan at fortelja eini kvinnu við barn, júst hvussu hennara føðing fer at vera. Soleiðis sigur Joan Niclassen, sum er ljósmóðir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Í morgunsendignini greiddi hon frá eini typiskari føðing, og hvussu tað vanliga gongur fyri seg. Harafturat svaraði hon spurningum frá lurtarum.