Framleiðarin eigur avgerðina

Eftir dramatisku hendingina við Christian Eriksen í Parkini, hevur orðadráttur tikið seg upp um, hvussu nógv eigur at verða víst í sjónvarpi, tá ógvusligir tilburðir eru. Summar rásir vóru skjótar at klippa frá fyrstuhjálpini, sum Christian Eriksen fekk. Aðrar rásir valdu tó at vísa hendingina eina góða løtu. Rúni Friis Kjær, sum hevur verið við í nógvum sjónvarpsframleiðslum, sigur, at leiðreglur eru galdandi, tá slíkt tekur seg upp. Tó er tað í síðsta enda framleiðarin, ið má meta um, hvussu nógv skal vísast.

Om Podcasten

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)