KFUK 100 ár: Tíðarlummin í Havn hevur ongantíð verið meira viðkomandi

At stíga inn í KFUK-húsið omanfyri Rabarbukvarterið í Havn er sum at leypa 100 ár aftur í tíðina. Fyrrverandi stórmanshúsið hjá bretska konsulinum er ikki bara ein tíðarlummi arkitektoniskt; virksemið har inni er eisini at kalla óbroytt hesi árini. Í ár eru 100 ár síðani, at nakrar kvinnur settu KFUK í Havn á stovn og keyptu stórmanshúsið frá bretsku stjórnini. Síðani tá hevur KFUK-húsið verið karmur um bíbliutímar, bønarløtur, konfirmantaveitslur, fyrilestrar og skótavirksemi. Fyri ikki at gloyma genturnar, sum eru slopnar at gista á ovasta lofti.

Om Podcasten

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)