Bygg títt dugnasemi upp

Fyri at økja títt kensluliga mótstøðuføri, so kanst tú byggja títt dugnasemi upp. Tað vil siga, at tú vinnur á lutfalsliga truplum avbjóðingum, sum ikki nýtast at hava nakað beinleiðis við tínar sálarligu avbjóðingar at gera. Á hendan hátt kanst tú skapa tær eina kenslu av dugnasemi og sjálvsáliti, sum tú kanst hava við tær, tá ið tú upplivir og handfer truplar kenslur. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.