Fyrimunir og vansar

Tá ið vit uppliva eina kreppu, er tað týdningarmikið, at vit finna okkara Vísa (og Klára) sinnið fram og hugsa um avleiðingarnar, sum standast av at geva eftir og gera, sum kreppan leggur upp til. Hvørjir eru fyrimunirnir? Og hvørjir eru vansarnir? Bæði við at gera, sum kreppan leggur upp til og við at halda út. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til ⁠arni@blakross.fo⁠.

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.