Fyrireika teg frammanundan at halda út

Stendur tú yvirfyri eina støðu, sum tú væntar fer at skapa eina trupla kenslu, so kanst tú frammanundan fyrireika teg at halda út. Ímynda tær, júst hvussu støðan fer at vera trupul og avbjóðandi og ger tær so eina ætlan um, hvørjar førleikar tú hevur tørv á, so tú fert at halda út. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.