Ger ímóti kensluni fyri at broyta hana

Tað er eitt greitt samband millum kenslur og atferð. Men sambandið gongur eisini hinvegin, frá atferð til kenslur. Tú kanst regulera tínar kenslur, við at eyðmerkja, júst hvat tær vilja at tú skalt gera, og síðani gera tað øvuta - allan vegin, umaftur og umaftur. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.