HÓTT-førleikin

HÓTT-førleikin ger nýtslu av sambandinum millum okkara kenslur og okkara kropp. Kenslurnar ávirka kroppin, men kroppurin ávirkar eisini kenslurnar. Við at gera kropslig inntriv, kunnu vit broyta sterku kenslurnar, vit uppliva, tá ið vit eru í eini kreppu. HÓTT stendur fyri: H - Hitastig í andlitinum Ó - Ógvuslig kropslig venjing T - Títtleiki av andadrátti T - Tvinna saman andadrátt og vøddar Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til ⁠arni@blakross.fo⁠.

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.