Hvat eru kreppuførleikar?

Ein kreppa er tá ið vit uppliva serstakliga sterkar kenslur í eina lítla løtu og geva vit eftir, so luttaka vit í atferð, sum er skaðilig fyri okkum sjálv og onnur. Tá ið vit hava tað trupult sálarliga, er tilveran eyðkend av nógvum kreppum í samband við hendingar, persónar og kenslur. Kreppuførleikar hjálpa okkum við at vinna á okkara kreppunum og halda út - so kunnu vit hugsa klárt og leggja ætlanir aftaná, tá ið kreppan er farin framvið. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.