Klára sinnið

Øll hava atgongd til Vísa sinnið, men stríðist tú við rúsbundni, so hevur tú eisini atgongd til Klára sinnið. Her viðurkennur tú Bundna sinnið og Fría sinnið, bæði at tey eru har og at tey hava nakað týdningarmikið at siga tær. Í hesum partinum greiðir Arni frá, hvussu tú, tá ið tú førir tey saman, fært Klára sinnið burturúr.  Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.