Loys trupulleikan

Kenslur samskifta við okkum, um hvat er galið. Ein máti at regulera kenslur er sostatt, at loysa trupulleikan, kenslurnar samskifta við okkum um. Hóskar kenslan til fakta, kanna so, hvussu tú kanst loysa trupulleikan. Finn nógvar mátar og vel ein. Før hann út í lívi og vita, um hann riggaði. Um ikki, royn so ein annan. Ger alt, rótfestur í tínum vísa sinni.  Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.