Minka um viðkvæmi (MR SMS)

Okkara kropsliga heilsa hevur stóra ávirkan á okkara sinnisligu heilsu. VIt kunnu minka um okkara kensluliga viðbrekni við at taka okkum av okkara kropsligu heilsu. Í hesum sambandi kunnu vit brúka eina henta stytting: MR SMS (motión, rúsur, sjúka, matur, svøvnur). Fært tú hesi uppá pláss, stendur tú sterkari yvirfyri truplum kenslum. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.