Radikal aksept

Tá ið vit uppliva eina kreppu, kunnu vit gera ymiskt fyri at broyta støðuna, vit eru í. Men vit kunnu eisini hava aksept. Við radikalari aksept megna vit at halda út og rúma, sjálvt sera pínufullum støðum. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til ⁠arni@blakross.fo⁠.

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.