Savna tær jaligar kenslur langtíðar

Tá ið vit liva sambært okkara virðum, so gera vit tað meira sannlíkt, at vit í langtíðarhøpi føla fleiri jaligar kenslur. Hetta ger okkum meira mótstøðufør, so vit megna at vera standandi, eisini tá ið vit uppliva ymiskt keðiligt.  Finn fyrst útav, hvørji virði, tú hevur. Vel tær eitt ítøkiligt at arbeiða við. Finn síðani útav, hvørja atferð, júst hetta virði leggur upp til. Og far síðani í gongd við smáu stigini, sum føra teg til tína atferð.  Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.