Savna tær jaligar kenslur stutttíðar

Hvussu nógv betri hevði tú orkað at følt og regulera neiligar kenslur, um lutfalsliga talið av jaligum kenslum í tínum lívi var størri? Tað er hetta, sum "Savna tær jaligar kenslur stutttíðar" snýr seg um. Set tilvitað ymisk góð og stuttlig upplivilsi á skránna, sum kunnu skapa jaligar kenslur fyri teg. Kasta teg útí upplivilsini og kenslurnar við øllum tínum uppmerksemi. Og legg síðani merki til, hvussu hetta byggir teg upp og ger teg meira mótstøðuføran. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.