Vís kensluni í løtuni ans

Tá ið vit føla eina kenslu, nýtast vit ikki at gera sum hon sigur. Ei heldur nýtast vit at handfara hana beinleiðis. Vit kunnu bara vísa henni ans og leggja merki til, hvussu hon vísur seg í løtuni, vit uppliva hana. Síðani kunnu vit lata hana fara av sær sjálvari. Soleiðis vísa vit kensluni í løtuni ans. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.