Vísa sinnið (endursending)

Í fyrsta partinum í nýggju sesongini av Datvarpinum, greiðir Arni frá vísa sinninum. Vísa sinnið tekur saman um kenslusinnið og skynsama sinnið. Tað er grundað í vísa sinninum, at vit læra okkum aðrar DAT førleikar. Lurta eftir eini uppmerksemisvenjing í samband við vísa sinnið her: https://youtu.be/xoh76M2tuvo Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til arni@blakross.fo.

Om Podcasten

Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.