105. Abort, dronur, FSF og pisshús

Vit venda øllum søgunum, sum knýta seg at málinum um abort, sum kemur fyri løgtingið í næstu viku. Vit venda alt frá Áron Vest til Edvu Jacobsen og Helga Abrahamsen, umframt - á hinum veinginum - Annu Falkenberg og Eyðdis Hartmann Niclasen. Vit venda eisini dronurnar í Danmark, sum Føroya Politi sigur, at tey eru klár at taka taka sær av, skuldu tær komið henda vegin. Málið um Fótbóltssamband Føroya og Trónd Vatnhamar livir enn - vit binda eina sloyfu á hetta.  Og so venda vit einum gomlum banka í Havn og einum gomlum pisshúsi í Klaksvík, sum í næstum bæði kunnu líða somu lagnu. Gestir eru Elisa Vang, kjakari, Jan Vestergaard, sjómaður, og Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.

Om Podcasten

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.