Guðmundur veittrar ítróttarháskúlanum farvæl

- Sjálvur treivst eg ongantíð so væl í skúlanum, og eg havi nokk verið tann næmingurin, sum lærarar fingu grá hár í høvdið av. Kanska er tað júst tí, at eg havi roynt at lagt meg eftir, at allir næmingarnir, sum koma á skúlan, skulu fáa nakað burturúr og trívast. Eisini tey, sum av ymsum orsøkum ikki hava tað so lætt. Orðini eigur Guðmundur Joensen, sum seinastu fimm árini hevur verið leiðari á ítróttarháskúlanum í Vági. Tá hann tók við starvinum í mai 2016 var tað ein stór, men spennandi uppgáva, ið lá fyri framman.

Om Podcasten

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)