Nýggi bóndin í Skúvoy bjóðar ferðafólki pakkatúrar

Ferðavinnan er nógv vaksin í Skúgvi. Og tey royna nú at skipa hana betri. Ein, sum nú av álvara bjóðar seg fram at taka ímóti ferðafólki í Skúgvi, er nýggi bóndin í oynni, Jóanis í Hoygarðinum.   Hagapartarnir í oynni saman við Ramsarnevndini hava gjørt av at seta skipanina við ferðaleiðara í verk. Hetta kemur til viðgerðar á borgarafundi í skúlanum í Skúgvi í annaðkvøld.   Jóanis í Hoygarðinum, bóndi, sigur, at Skúvoyggin er ein tann viðkvæmasta oyggin í Føroyum tá talan er um heiðafugl og annan fugl.    Kortini hevur Jóanis í Hoygarðinum stórar ætlanir longu í ár. Hoyr hann her.  

Om Podcasten

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500