Gunn hevur fest røtur í Føroyum

- Eg havi lært, at hetta húsið hevur so nógv at siga fyri so nógv, og tað ger bara, at tú verður uppaftur glaðari og stolt av at arbeiða her. Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum seinastu fýra árini, og nú er hon sett í fýra ár afturat. Tá kann hon eftir reglunum fyri norðurlendska samstarvið ikki arbeiða í Norðurlandahúsinum meira, men kortini hevur hon fest røtur og hevur gjørt Føroyar til sín heimstavn. Gunn hevur fingið føroyskan mann, og tey hava keypt hús í Havn.

Om Podcasten

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.