Neyðugt at kjakast um listastuðulsskipanirnar

Í síðstu viku hittust um 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða innan listaøkið, fyri at kjakast um hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan - serliga við atliti at listastuðulsskipanum. Fleiri føroyingar vóru við á fundinum, millum annað Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Dánjal á Neystabø, tónleikari og formaður í Tónleikasambandi Føroya. Tey trý eru samd um, at tað er neyðugt av og á at hava orðaskifti um føroysku stuðulsskipanirnar til list.

Om Podcasten

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.