Nón 13. juni 2022

Símun Jóanesarson Hansen hevur fingið herðaklappið frá Kristiligum Lurtarafelag fyri sendingina Tempo fyri at gera eina sømiliga og siðiliga sending. Vit hitta Símun til eitt prát um andaligan tónleik - og tað sømiliga og siðiliga. Nýtt stórverk um fuglar í Føroyum er liðugt og kann keypast á netinum longu nú, hóast tað ikki er tøkt fyrr enn í heyst. Vit tosa við annan rithøvundin, Jóruna Pólsdóttir, ið skrivar bókina saman Silas Olufson. Hoyr alla sendingina her.

Om Podcasten

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.