Nýtt stórverk um føroyskar fuglar

Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson hava síðan 2017 arbeitt miðvíst við eini nútíðar bók um fuglar í Føroyum. Bókin hevur heiti ’Fuglar okkara’ og lýsir í teksti og myndum øll villini fuglasløg, sum skrásett eru í Føroyum. Endamálið við stórverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið og birta áhugan fyri Fuglum í Føroyum. Bókin er eisini ætlað sum hjálp at eyðmerkja fuglar og hóskar seg væl sum tilfar til undirvísing í skúlum og á stovnum, siga høvundarnir.

Om Podcasten

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.