Pauli í Sandagerði ruddar í kensluligu nótunum
- Eg ruddi upp, tí tað er nokk so óruddiligt inni í mær. Nýggj fløga við klaverstykkjum eftir Paula í Sandagerði, Ælaveður, kemur út fyrsta dagin. Stykkini eru skrivað yvir eitt tíðarskeið, sum fevnir um 50 ár, frá 1972 til 2022. Samstundis kemur ein nótabók út, og alt verður lagt fram á konsert í Norðurlandahúsinum tann 10. juli, har klaverleikarin Mattias Kapnas spælir. Tað er Hugin Eide, sum hevur tikið stig til útgávuna.